Sumbingar eru farnir at brynja seg til lívið í 1. deild hjá monnum.
Uppflytingin í bestu deildina gjørdist veruleiki fyri rúmari tíð síðani, og nú er greitt, at liðið verður styrkt við tveimum jugoslaviskum spælarum næsta kappingarár.
Talan er um 28-ára gamla álopsspælaran Sparsoie Bibercic og 24-ára gamla miðvallaran Himed Netirovic. Bibercic skal umframt at spæla við eisini taka sær av venjingini hjá Sumba, og Netirovic skal venja yngru deildirnar hjá felagnum.
Báðir spælararnir hava spælt í 1. deild í Jugoslavia, men í februar mánaða næsta ár leggja teir leiðina til Føroya.
Sumbingar hava leingi arbeitt við at avgreiða venjaraspurningin, og umframt onkrar danar, hevur føroysk loysn eisini verið uppá tal. Og framvegis er uppá tal, at Sumba fer at styrkja seg við føroyskum spælara næsta ár.
? Við at fáa okkum tveir jugoslavar hendan vegin, royna vit at styrkja okkara lið til 1. deild, har kappingin verður nógv harðari enn í 2. deild, sigur Rúni Lisberg, formaður í Sumba.
? Okkara mál í 1. deild verður sjálvandi at halda liðið har, men vit vita væl, at tað verður trupult, og at tað er serliga fyrsta árið, sum er hart. Høvdu vit kunnu hildið liðið í deildini í eitt ár, so hevði eg havt góðar vónir fyri framtíðini, sigur hann.
Sumba hevur einaferð áður verið í 1. deild, tað var í 1991, men tá fóru teir aftur í 2. deild beinanvegin.










