Avgjørdi botndysturin hetta umfarið er á Sandi millum B71 og Sumba, sum eru einastu liðini, sum enn ikki hava fingið stig.
B71 fekk ein undir vangan frá NSÍ seinast, og tveir spælarar hava skaðar frá tí dystinum. Tað eru aftasti maðurin Petur Ritter og so Allin Simonsen, sum eisini spælir í miðverjuni.
Bjørn Thorsteinsson er eisini ivasamur, og sostatt kann B71 fáa ein trupulleika við at manna verjuna.
Tað positiva er, at Rúni í Soylu hevur vant nógv í vikuni og er klárur aftur, og tað er Kristian Nielsen eisini.
Sumba noyddist seinasta vikuskiftið at senda boð til Danmarkar eftir Fróða Mortensen at koma heim at verja málið. Nú er Anfinn Thomsen klárur aftur, og Nicola Biberdzic er við aftur eftir leikbann seinast.
Danski Peter Jørgensen fór niður í vikuni í privatum ørindum, men væntandi verður hann aftur í Føroyum til týdningarmikla dystin á Sandi.
Tað er hinvegin framvegis ógreitt, um Marlon Kjærbo verður við.