Annita á Fríðriksmørk
----------------
Hóast Tjóðveldi hevur verið fyri sínum størsta afturstigi síðani 1994, so vóru Tjóðveldisglottar at hóma valkvøldið, táið t.d tjóðveldisveljarin vísti, at hann framvegis stendur sterkur um formannin, - at útjaðarin er hampuliga væl umboðaður í tingbólkinum, hóast spádómarnir beint frammanundan søgdu tað mósatta, - og at kvinnuvalið hjá flokkinum skrivaði søgu.
Harmist hinvegin um, at vit mistu umboðanina í Eysturoynni og í Norðoyggjum, nú sera dugnalig álitisfólk umboðaðu hesi øki sum valevni. Men so væl vóru tey við í kappingini kortini, at var hin sjey-valdømis-skipanin galdandi, hevði hon - við tí atkvøðubýti, sum var valdagin – givið okkum umboð í báðum hesum økjum!
Tað er ógvuliga umráðandi, at tey, sum umboða Tjóðveldi hava so gott samband við fólkið úr øllum landinum og úr øllum samfelagsløgum sum møguligt, - tástani er okkum lív lagað. Megna vit at verða hin savnandi flokkurin um tey mørk, sum eru í samfelagnum, og ein flokkur, sum tosar við fólkið og lurtar, fáa vit samband við tað fólk, sum kann geva okkum tann positiva dialogin og tað neyðuga kjakið. Tá læra vit av og hoyra um royndir hjá tí vanliga fólkinum kring alt landið, - teimum, sum skapa tey virði og tann framburð, sum vit øll liva av.
Táið vit bjargaðu minnilutasamgonguni...
Vit fingu fleiri avrik í hús síðsta hálva árið fyri løgtingsvalið, hóast pílarnir somu mánaðir alsamt peikaðu niðureftir hjá Tjóðveldi. Hesi avrik eru at fegnast um, og nokk eisini orsøk til, at vit hóast alt fingu tað val, vit fingu. Feilirin var, at vit megnaðu ikki at selja vøruna soleiðis, at vit hildu uppá veljararn í nóg stóran mun, - hann fór frá okkum, og løgið nokk yvir til aðrar flokkar, sum vóru av somu áskoðan, sum vit hetta hálva árið.
Hvussu var og ikki so eiga vit , tingmanningin í Tjóðveldi, sum sótu við valdið hesa tíðina, at hava dirvi til saman, og hvør sær at taka á okkum ábyrgdina av tí afturgongd, sum flokkinum var fyri hesar mánaðir!
Vit megnaðu fleiri avrik, gamaní, men vit mistu nógvar veljarar sama tíðarskeið. At missa so nógv av stokkinum beint fyri eitt val, er eitt niðurlag fyri ein flokk, sum vil nakað so stórt sum at stovnseta hin føroyska statin! Hinvegin so er ein uggi í orðunum hjá Winston Churchill, tá ið hann segði, at: “Success is the ability to go from one failure to another with no loss of enthusiasm”. Gamaní hava vit gjørt feilir, men mál okkara stendur framvegis har, sum drangur í brimi! Feilunum mega vit læra av, so leingi vit hava málið í eygsjón!
Takk fyri stuðulin!
Fari at takka tykkum øllum, sum stuðlaðu Tjóðveldi á valinum leygardagin, og tykkum kring landið, sum valdu meg persónliga. Tað er at fegnast um, at tit 5.589 veljarar stóðu saman um flokkin hóast mótburð og ágang.
Eg náddi ikki innum tinggátt hesaferð, og tað harmist eg sjálvsagt um! Velji tó í hesum sambandi at takka tykkum mongu, sum hava valt meg inn á ting síðani 1998. Tað er ein álitisváttan, sum eg vóni, at eg havi livað upp til! Hesaferð varð eg so vald sum 1.varafólk hjá teimum seks, sum nú umboða flokkin.
Flokkurin er tódnaður nakað nógv, tíverri. Hinvegin eru okkara fólkavaldu rættiliga skilagóð við ymiskum royndum á hvør sínum øki. Tí ivist eg onga løtu í, at hesi koma at standa væl saman, og koma øll at verða ein styrki fyri tað parlamentarisku viðgerðina av teimum málum, sum verða á tingborði komandi tíðina.
Við ynskjum um blíðan byr, ynski eg veljaranum og okkara fólkavaldu og Tjóðveldinum góða eydnu, nú aftur verið farið úr dalinum upp móti tindunum.