Sum um teppið fór undan mær

Tað kom púra óvart á Johan í Kollafirði, at onkur bjóðaði hægri enn hann upp á festið í Fámará.

Tá freistin at bjóða var úti mánadagin á middegi vóru fimm boð innkomin. Eitt teirra var 4.775 krónur hægri enn boðið hjá Johan í Kollafirði.

Boðið frá teimum, sum var upp á 515.275 krónur, var inni 20 minuttir áðrenn freistin var úti á miðdegi mánadagin, og tá var tað hægsta boð.

Men kortini kom eitt hægri boð inn eftir tað, sum var upp á 520.000 krónur, og tí hevur onkur annar fingið festið í Fámara.

Mannagongdin víðari er nú tann, at Búnaðarstovan skal gera uppskot til festibræv, sum Búnaðargrunnurin skal góðkenna, áðrenn Fámara hevur fingið nýggjan festara.

Hoyrið samrøðu, sum Rás2 hevði við Johan í Kollafirði her: