Fótbóltur
VB/Sumba hevur allar mans tøkar, nú teir fara norður um fjørðin at spæla hálvfinaludyst móti HB í kvøld. Dan Djurhuus, liðformaður, sigur, at vónirnar eru góðar.
– Vit vóna at fáa eitt hampiligt úrslit. Tað er fyrst og fremst at halda nullið. Klára vit tað er tað óført og eitt gott útgangstøði til seinnu hálvfinaluna, sum verður á heimavølli, sigur hann.
Hóast Dan Djurhuus sigur, at VB/Sumba fyrst og fremst fer at leggja seg eftir at halda málið reint, so afturvísir hann, at teir fara at grava seg niður í egnum brotsteigi. Hann sigur somuleiðis, at teir ikki óttast at spæla móti verandi meistarunum.
– Okur ræðast ikki altjóða hetjur, sigur Dan Djurhuus, og sipar til yvirskrift í Sosialinum mánadagin, tá skrivað stóð um sigurin hjá B71 á HB, at bygdamenn vunnu á altjóða hetjum.
Jákup á Borg er liðformaður hjá HB. Hann ásannar, at dysturin í kvøld ikki verður nøkur løtt uppgáva. Hann vísir á, at hóast HB vann sannførandi seinast liðini hittust, so er tað einki garanti fyri, at sama søga endurtekur seg í kvøld.
– Men hetta er ein semifinala og vit eru uppsettir. Vit eru fyrireikaðir upp á, at vit mugu skapa dystin, og eitt gott úrslit er ein sigur við meiri enn einum máli, sigur Jákup á Borg, sum leggur dent á, at teir ikki taka nakað fyri givið.
Til dystin í kvøld má HB vera Páll Mohr Joensen fyri uttan, umframt at Ólavur í Ólavsstovu er ivasamur.