Orðini átti General Melchett í skemtirøðini um Blackadder, men týdningurin var júst tann sami, tá Høgni Hoydal í gjár førdi fram, at landsstýrið skuldi nokta at sagt ja ella nei til bankabjarging, men ístaðin kravt longda tíðarfreist.
Veruleikin var nevnliga, at longd tíðarfreist ikki stóð á matarlepanum, og sum løgmaður fleiri ferðir segði, so mátti politiska skipanin fyrihalda seg til veruleikan.
Vita halda:
At gera sum strudsurin, so ljóti veruleikin ikki er sjónligur, er ikki ein møguleiki, sum sømir seg, tá helvtin av føroyska bankakervinum stendur í andaleypi.