Út er komiðnýtt yrkingasavn eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger,ið nevnist Eg skrivi á vátt pappír. Kinna Poulsen hevur lisið og ummælt yrkingasavnið, og hon
sigur millum annað:
Meðan eg lesi nýggju bókina hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, hoyri eg røddina á yrkjaranum fyri mær heilt týðiliga sum stóð hon mitt á gólvinum her í stovuni hjá mær og las við sínu ljósu, treisku rødd við skiftandi herðslu á ymisk orð.
Onkuntíð steðgar hon upp mitt í einum setningi sum fyri at benda á, at hann endar, men vit hoyra á framhaldinum, at hatta var ikki nakað punktum.
Meðan vit í lýsingum av barnaminnum hóma hvussu barnið burtur úr einstøkum upplivingum myndar sína fatan av heimi og máli, er tónin í ungdómslýsingum minni trilvandi, meira beinleiðis. Her snýr tað seg um kropp og kjøt og blóð. Uppreisturin er í kroppinum og tí hann etur ella noktar at eta.
Sexualitetur er eitt, kærleiki eitt annað og sjálvt um tónin í hesum sambandi sýnist næstan kaldgløggur, er hugsunarhátturin eitt sindur ungromantiskur, tí tað var sjálvandi hann, sum slapp avstað, hon var forelskað í.
Tað er sjálvandi alt ov fýrkantað uppáhald, at dreingir skriva um pápar, meðan gentur skriva um ommur í føroyskum samtíðarskaldskapi. Kortini hómast ein ávísur og kanska tiltrongdur samtíðarligur áhugi fyri kyni og fyri at reisa okkara formøðrum ymisk sløg av varðum. Listarliga sæð eru minnisvarðar kanska ikki tað mest áhugaverda, men tá vit í mong ár hava laðað forfedrunum varðar, so er tað nú einaferð mátin, vit brúka, tá vit heiðra. - Mannfólk eru ikki til at stóla uppá og mann fær pena húð av kaffi – tað eru nakrar av ommuklisjéunum, sum verða endurtiknar í bókini, ið eisini snýr seg nógv um skommina í kroppi og kyni, um sorgina í vatninum og um harðskapin í grindadrápinum.
Útgangsstøðið er jarðarferðin hjá ommuni, ið sendir hana á eina ferð aftur í barndóms- og ungdómsminni. Hendan omman hevur verið ein festlig typa. Ein, sum drekkur durasnaps, roykir serutt, ger ov nógv av og spyr í noktandi staðfestingum. Tað er nokk so herligt at lesa og at merkja ta mjúku ferskuhúðina á ommuni gjøgnum barnsins sansir og eygu gjøgnum lyklarhol í hesum fínu eygleiðingum, ið sum heild eru imponerandi ósentimentalar og neyvar.
… men í gulu bókini, sum liggur á borðinum, hoyri eg nú fyrst og fremst røddina á Lív Mariu Róadóttir Jæger. Og hetta er ein rødd, eg fegin lurti meira eftir, skrivar Kinna Poulsen á listaportal.fo.
Alt ummælið kann lesast á http://www.listaportal.com/











