Í siglingarætlanini, vit arbeiða við, er tað ikki rúm fyri, at Norrøna fer at sigla upp á Hetland. Tað sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.
Fyri sløkum tveimum vikum síðani bóru fjølmiðlar í Hetlandi annars tey tíðindini, at myndugleikarnir har fóru at gera eina roynd at fáa Norrøna at taka siglingina upp á Hetland, upp aftur.
Les meiri um tað her: Royna enn einaferð at fáa Norrønu at sigla til Hetlands
Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, sigur, at hetta er ein spurningur, sum stingur seg upp í Hetlandi við jøvnum millumbilum, men at eingin setir seg í samband við Smyril Line um tað.
Og heldur ikki í hesum førum hevur nakar í Hetlandi verið í sambandi við Smyril Line um at fáa Norrønu at sigla til Hetlands.
Hann sigur, at við teirri ætlan, Norrøna siglur eftir, er ikki rúm fyri at Norrøna tekur siglingina upp á Hetland upp aftur. Og beint nú dugir hann heldur ikki at siga, hvat krevst fyri at tað kann lata seg gera.