Sum smyril í staraflokki

Stararnir eru ikki hjálparleysir, tá smyril jagstrar Teir hava eina strategi, har teir fylkjast í flokk.

Herfyri frættist, at nógvir ymiskir - bæði kendir og minni kendir - smáfuglar hava verið um okkara leiðir í heyst.

 

Nú er smyril ikki nakar ókendur fuglur í Føroyum, men hetta er ein flottur fuglur, ránsfuglur av falkaætt, av latínskum nevndur ”falco columbarius”.

 

Um dagarnir legði Bjørn Patursson, fyristøðurmaður í Koltri, hesa mynd av einum smyrli út á Facebook - við fittum teksti, sum altíð, tá Bjørn tekur orðið.

 

Hann byrjar við vælkendu orðunum ”sum smyril í staraflokki...” og leggur aftrat um fuglin á hegnpelanum: ”Eftir strævna veiðiferð millum húsanna settist hesin smyril at fáa sær eina hvíldarløtu...”

 

Um starar og annan smáfugl, sum Smyril jagstrar, sigur Bjørn Patursson, at ”stararnir eru ikki hjálparleysir. Teir hava eina strategi! Teir fylkjast í flokk, og teir flýggja í flokki, soleiðis at ránsfuglurin verður ørkymlaður og at enda troyttast.

 

Men, so leggur fyristøðumaðurin aftrat: "… tó síggjast dagliga fjarðarestir sum vitna um væleydnaða veiði hjá smyrli.

 

Í Orðabókagrunninum stendur um orðafelli ”sum smyril í staraflokki”, at hetta verður sagt um ein, sum ger ófrið... ella ”nú kemur smyril í staraflokk...” sum merkir, at nú er friðurin úti.