Sum sild í tunnu í svimjihøllini

Annika Olsen
Valevni Fólkafloksins til Býráðsvalið

Svimjihøllin í Gundadali er eitt frálíkt tænastutilboð til borgararnar í Havn - ein oasa, har borgararnir kunnu taka sær av løttum, motionera, spæla sær, hugna sær við børnunum osfr. Trupulleikin er, at íbúgvaratalið í Tórshavnar kommunu alsamt veksur og økir hetta um trýstið á svimjihøllina, so at fólk hvørki fáa hugna sær ella svomi sær nakrar longdir, tí tey føla seg sum sild í tunnu.

Tá ið talan kemur til kappsvimjing, sum eg persónliga havi stóran áhuga í, so letur tað seg næstan ikki gera at venja í svimjihøllini í Gundadali vegna plásstrot. Teir ungu svimjararnir verða kroystir saman á ein bana, tí pláss skal verða fyri øllum hinum, ið leita sær niðan í svimjihøllina. Um vit skulu hava svimjarar á altjóða støði, so er tað neyðugt við fleiri venjingartíðum og pláss til svimjararnir í Havn. Tað besta hevði verið, um vit fingu eitt rættuligt svimjistadion tvs ein svimjihyl, sum er 50 metrar til longdar við góðum áskoðaraplássum, so at vit í Havn í framtíðini kunnu standa fyri altjóða kappingum, eitt nú EM, VM, World Cup og Oyggjaleikum. Vit hava nógvar góðar svimjarar, sum longu hava luttikið á altjóða støði eitt nú EM, og nógvir ungir svimjarar gera seg alsamt meiri galdandi á altjóða støði. Ein tann kendasti føroyski svimjarin, ið hevur staðið seg væl í altjóða høpi, er Heidi Andreassen, ið hevur vunnið fleiri EM, VM og OL merki.
Eisini á Oyggjaleikum hava føroyskir svimjarar staðið seg ógvuliga væl gjøgnum árini, har merkið hevur verið á stong, og tjóðsangurin hevur ljóðma í høllini. Tað er tí ógvuliga umráðandi, at vit stuðla føroyskari svimjing, so at hon kann gerast enn betur og gera seg galdandi millum aðrar aljóða svimjitjóðir. Um vit vilja nakað við føroyskari svimjing, er tað neyðugt við einum svimjistadion, sum hevði verið til stórt gagn fyri okkara fremstu ítróttarfólk, svimjararnir. Harumframt hevði hetta eisini ført við sær, at trýstið á svimjihøllina í Gundadali hevði lækkað og harvið hækkað tænastustøði fyri borgarnar í Havn, bæði teimum, sum ynskja at motionera, og teimum, sum ynskja at taka sær av løttum

Undir fólkafloksins leiðslu er fíggjarstøðan í Tórshavnar kommunu vorðin sera góð, og kommunan er í dag so at siga skuldarfrí. Við hesum atlitinum fyri eyga eigur rúm at vera fyri, at peningur kann leggjast til síðis til eitt svimjistadion í nærmastu framtíð. Hetta er í hvørt fall eitt mál, sum liggur mær tætt at hjarta, og vil eg arbeiða fyri, at hetta kann gerast veruleiki.