Sum í grind

Tað er ein stórur riðil av bátum, sum í løtuni stevnir til Hósvíkar

Í kvøld verður regatta'in í Hósvík sett. Tað er ikki sørt álíkt grindarakstri, nú hópur av bátum stevnir til brúnna um Streymin. Um lítla løtu verður kósin sett móti Hósvík, har allur flotin væntast á leið klokkan 20.

 

Í kvøld er so stóra kvøldið við døgurða, sangi, felagssangi og dansi, áðrenn nógvir av gestunum í morgin leggja leiðina til Nólsoyar og ovastevnu.