Sum í gomlum døgum á Skála

Lokaluppgerð og stríðið um kommununa. Á Skála gleða tey seg til at besta liðið hjá NSÍ seinnapartin kemur at vitja, og tað skal avgerast, um tað verður 1. deildarliðið hjá Skála ella EFFO liðið hjá NSÍ, sum skal umboða Runavíkar kommunu í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið.

 

Fram til 2008 var Skála í nøkur ár í fremstu deildini, og eitt árið var um reppið,at skálamenn vunnu FM. Síðani hava teir verið í triði bestu deildini og vent, men nú hevur Skála aftur kós rætta vegin.

Eliesar Olsen er á triðja ári høvuðsvenjari í heimbygdini, og sambært honum so verður nógv tosað á um steypadystin ímóti NSÍ:

 

-Síðani luturin fall soleiðis, at vit skulu spæla ímóti NSÍ, hevur tað verið prátað um kommunuuppgerðina, og vit eru sera spentir. Hetta er stór avbjóðing hjá okkum, tí tað eru bara tveir av okkara monnum, sum áður hava spælt ímóti besta NSÍ liðnum. Teir eru liðformaðurin Teitur R. Joensen og Poul N. Poulsen. Og so kennir Petur Pauli Mikkelsen eisini væl til NSÍ liðið, tí hann hevur áður spælt við teimum.

 

Hvat rokna tit við?

-Sjálvandi verður NSÍ roknað at vera favorittur, men vit ætla at geva teimum ta mótstøðu, sum vit á nakran hátt megna, og steypafótbóltur er steypafótbóltur, so nú fáa vit at síggja.

Tað hevur ljóðað, at veteranurin Pauli G. Hansen, sum seinnu árini hevur spælt við EB/Streymi, skal spæla við tykkum nú?

-Spæliloyvið hjá honum varð flutt úr EB/Streymi og til okkara dagin eftir lutakastið til fjórðingsfinaluna. Tí varð tað beinanvegin útlagt tann vegin, at hann skuldi spæla við okkum ímóti NSÍ. Pauli hevur hugnað sær í 2. og 3. deild. Vit vita allir, at hann er ein framúr spælari, og eg havi sagt við hann, at hann er væl komin at venja við okkum. Enn er hann ikki komin, og hann verður ikki við ímóti NSÍ. Tað verða teir, sum hava spælt okkum í fjórðingsfinaluna, sum fara at spæla ímóti NSÍ, sigur Eliesar Olsen, venjari hjá Skála.

 

Eftir at Abraham Løkin, NSÍ venjarin, fyrsta partin av árinum arbeiddi við at finna fram til røttu uppstillingina, hevur hann seinastu ferðirnar havt umleið somu manning, tá sæð verður burtur frá skaðum og leikbannum. Nú er neyðugt hjá honum at finna nýggja samanseting á verjukenda sentrala miðvøllinum. Tað kemst av, at Karl Løkin, sum hevur verið ein av stuðulsspælarunum, hevur biðið barndómsfelagnum farvæl. Fríggjadagin fór hann til Íslands, har hann skal spæla hetta kappingarárið.