Sum ein onnur bygd

Hestur: Áður var bygdin skift sundur í 598 lutir. Í dag eru teir einans 133 í tali.

Hetta er úrslitið av útskiftingini fyri Hests bygd, sum varð endað á fundi í bygdarhúsinum fyri viku síðani.


Útskiftingarnevndin fyri Hest legði fram endaligan útskiftingarplan á fundi henda dagin. Við hesum er innangarðsútskiftingin samstundis endað.


Eigararnir, sum áður áttu upp í 85 spjaddar lutir, hava nú fingið savnað eigindómin í samanhangandi jarðir.

Bygdan var áður býtt í 598 lutir. Eftir útskiftingina eru teir 133, og tá er alt við, jørð, hús, neystagrundir og líknandi.

Eigararnir hava freist til 14. mars 2012 at kæra málið til yvirútskiftingarnevndina.