Miðverjin hjá B36 tóktist hava fingið eina stóra stjørnu hjá landsliðsvenjaranum, tá hann í fyrstu dystunum í farnu HM undankapping spældi sum ein brandur í miðverjuni. Tó hava skaðar gjørt, at hann ikki hevur verið partur av landsliðnum síðani lagnudystin í Eysturríki, tá okkara blivu flongdir 6-0.
Hoyr samrøðuna við Odmar Færø við at trýsta á pílin á myndini
- Tað er fantastiskt at vera við aftur. Tað er sum ein nýggja byrjan hjá mær, og líka spennnadi, sum tá eg kom við fyrstu ferð móti Týsklandi á sinni, sigur Odmar Færø.
Odmar hevur spælt við Forfar Atletic í trið bestu deildini í Skotlandi, men tað er ikki blivi til so nógvar dystir vegna skaða hesa tíðina.
- Høvðusorsøkin er at eg havi verið úti er ein skaði í lýskuni. Áðrenn tað bleiv eg skurðviðgjørdur fyri dupultbrokk. Á páskum bleiv eg so eisini skurðviðgjørdur í fótliðinum. Tað var so ein minni skurðviðgerð, men síðani tá havi eg vant uppaftur, sigur Odmar Færø, sum síðani summar hevur spælt fast við B36, eftir at hann fekk summarferiu frá lestrinum í Skotlandi.
Síðani Odmar var í miðverjuni seinast eru tveir nýggir mans komnir á landsliðið. Tað eru U21 landsliðsmiðverjarnir, Hørður Askham og Sonni Ragnar Nattestad.
- Vit hava nakrar fantastiskar ungar verjuspælarar. Eg eri so heppin at spæla við einum av teimum í B36, Hørður Askham. Eg haldi tað er fult uppiborið, at hann er blivin úttikin. Eisini Sonni Ragnar Nattestad sær spennandi út, sigur Odmar, sum er greiður á málinum, tá hann verður spurdur um hvat skal til, fyri at hann fer glaður av vøllinum í annaðkvøld.
- Ein sigur, er greiða svarið hjá Odmari Færø.
EM undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli sunnukvøldið klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt byrjar longu klokkan 13.