Sum ein nýggj tyrla

Tað er lítið gott eftir av tyrluni her hon stendur í stóra hangarinum hjá Atlantsflogi.

Eldra tyrlan er í løtuni til høvuðseftirlit. Tað er ikki so lítið, sum skal gerast í hesum sambandi, men so fáa vit eisini at kalla eina nýggja 32 ára gamla tyrlu!


Hon minnir rættiliga lítið um eina tyrlu í heila tyki: Halin stendur í einum staði og kabinan í einum øðrum, - alt skrellað fyri bæði motorar, innihald og rotorbløð.
Inni í kabinuni eru tveir mans í ferð við at passa annan forrútin til. Hetta gongur ikki í fyrstu atløgu, men løtu seinni eru teir nøgdir við úrslitið. Teir fara nú eftir hinum rútinum.
Teimum við lið stendur ein maður íðin og arbeiðir við eini plátu. Hon skal fílast til, tí hon skal skiftast út og síðani festast á tyrluna, áðrenn hon sleppur á flog aftur.
Atanfyri hann stendur ein annar maður og arbeiðir við sjálvum rotorinum á tyrluni. Hann er tikin úr tyrluni og stendur nú á gólvinum, har hann verður eftirhugdur og allar defektir lutir verða skiftir út.
Millum hesar menn gongur ein annar maður við eini bók í hondini. Hann steðgar á, spyr teir onkran spurning og skrivar upp í bókina, áðrenn hann fer víðari til tann næsta mannin.
Hetta er flogteknikkarin, Jens Eystein í Løði. Hann er maðurin sum hevur dagliga leiðsluna av hesum arbeiðinum.
Og tað er ikki so lítið, hann skal halda skil á. Sambært áðurnevndu bókini eru einar 125 ymiskar uppgávur, ið hoyra til hetta eftirlitið. Men sum skilst koma altíð aðrar uppgávur fram undir slíkum arbeiði.
- Jú, hetta er eitt stórt, men kortini sera spennandi arbeiði, sigur Jens Eystein.
Teir báðir menninir við vindeygað rópa á hann. Hann fer yvir til teirra, og løtu seinni verður henda viðmerkingin skrivað niður í týdningarmiklu bókina.
 
3000 tímar
Kemur tú inn í stóra hangarin hjá Atlantsflogi so ber tú fyrst eyga við eitt av flogførunum hjá felagnum.
Men har yviri í einum horni av hangarinum stendur tað, sum einaferð var ein tyrla. Í dag sær hon rættiliga nakin og ber út, men ynskið er at gera alt fyri trygdina hjá teimum ferðandi. Hana verður einki slakað uppá.
Tað er ikki uttan orsøk at hon sær soleiðis út: Tyrlan er í løtuni til eitt av stóru og kravdu eftirlitunum, sum kønar føroyskar og útlendskar hendur taka sær av.
Skipanin er hon, at tá tyrlan hevur flogið í 3000 tímar ella hevur flogið í fimm ár, skal hon til eftirlit. Ella sum Jens Eystein sigur tað:
- Tað er ikki so, at ein skal bíða í fimm ár til eftirlitið skal gerast. Flýgur tyrlan 3000 tímar eftir einum ári, so verður eitt slíkt eftirlit sjálvandi gjørt tá!
Tað er júst eitt slíkt, sum verður gjørt í hesum døgum her í hangarinum. Eitt struktur-chek, sum tað eitur á flogmáli.
Hetta merkir í stuttum, at alt verður tikið innan úr tyrluni, og hvør einasti partur av henni verður eftirhugdur væl og virðiliga, bæði instrument, motorar, bløð og sjálvur skrokkurin. Snøgt sagt alt!
Er minsta tekin um slit ella rust, verður hetta skift út. Tyrlan er, og skal altíð verða, trygg hjá teimum ferðandi.
Tað syrgja hesir menninir fyri!
 
Vitan og royndir
Hetta umfatandi eftirlitið byrjaði fyri meiri enn einum mánaði síðani. Nú er komið nakað væl áleiðis, og væntað verður tí, at tað verður liðugt miðskeiðis í apríl.
Umframt Jens Eystein eru m.a. nakrir plátusmiðir sum hyggja eftir skrokkinum á tyrluni, meðan tveir aðrir arbeiða við ymiskum komponentum í tyrluni.
At gera eina slíka umfatandi og neyðuga umvæling kostar sjálvandi pening. Men sum teir siga: Tá talan er um trygdina hjá teimum ferðandi, skal einki sparast!
Eftirlitið av nýggjaru tyrluni hjá Atlantsflogi varð gjørt herfyri og kostaði um 6 mió. kr. Hetta varð gjørt á eini enskari verksmiðju, sum liggur nærhendis London.
Men eftirlitið av hesi eldru tyrluni verður altso gjørt her í Føroyum. Óhugsandi er ikki, at tað somuleiðis verður bíligari at gera.
Spardi peningurin er kortini ikki einasti fyrimunurin við hesum. Við í eftirlitinum eru nevniliga fleiri føroyingar, og fyri teir merkir hetta, at teir fáa størri vitan um hetta arbeiðið.
Og royndirnar í arbeiðinum at gera slíkt eftirlit kann helst ikki roknast út í peningi.
- Teir fáa nógv nýtt at vita, tí tað er sjáldan at tyrlan verður tikin so nógv sundur, sum hon er nú, staðfestir Jens Eystein.
 
Sum nýggj
Í flotanum hjá Atlantsflogi eru tvær tyrlur ein frá 1996 og henda, sum er frá 1974.
Hóast hon longu hevur 32 ár á baki, er ikki talan um eina tyrlu sum ein noyðist at skifta út  fyrsta dagin.
- Nei, við hesum eftirlitinum verður tyrlan so at siga null-stillað. Tað eru ikki nógvir lutir á hesi tyrluni sum eru heilt aftur frá 1974.
- So her er at kalla talan um eina nýggja tyrlu, sum fer aftur á flog í næsta mánaði, sigur Jens Eystein.
 
 
FAKTA
 
Tyrlan
Slag: BELL Helicopter Textron BELL 212
Byggiár: 1974
Størsta longd: 17,4 m
Breidd: 2,5 m
Hædd: 4,45 m
Høvuðsrotor diametur: 14,63 m
Vekt (tóm): 3.552 kg.
Vekt (fullfermd): 5.080 kg.
Lyftimegi (sling) 850 kg
Max. ferð: 222 km/t
Vanlig ferð: 185 km/t
Tal av ferðandi 10 (13)