Sum ein bygd í býnum

Soleiðis skrivar Fyns Stiftstidende um Det Nordatlantiske hus í Odense, sum letur upp fyri almenninginum í morgun klokkan 10.30.

 

Soleiðis skrivar Fyns Stiftstidende um Det Nordatlantiske hus í Odense, sum letur upp fyri almenninginum í morgun klokkan 10.30.

 

Det Nordatlantiske hus er ætlað at hýsa mentan- og felagslívi hjá gønlendingum, íslendingum, og føroyingum í Odense. Tað kunnu vera ung lesandi ella eisini hjá teimum, sum eru búsett har.

 

Eisini eru bygdar 25 lestrar- ella ungdómsíbúðir saman við húsinum, sum kann kallast eitt mentanarhús, ið liggur niðast á havnalganum, beint við har tríggjir íbúðablokkar eru bygdir upp í nýggju hæddir.

 

Kirsten Mærsk, sum er stjori í húsinum, gleðir seg alkmikið til at bjóða øllum inn og at lív kemur í henda sera snotiliga bygningin. Eitt hús við fleiri hæddum, hølum og møguleikum, sum hon sigur.

 

Almenn umboð fyri Grønland, Ísland, Føroyar og Odense eru boðin til ein døgurða í kvøld og í morgin, áðrenn latið verður upp, verða talur hildnar og gávur handaðar.

 

Signhild Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd Klaskvíkar Býráð, umboðar býráðið á hesi móttøkuni – og hon er ikki tómhent, nú hon er farin til Odense. Hon skal avdúka og handa ein stóran veggjamálning – 8 x 3 m, sum Edward Fuglø, listamaður hevur málað í einum av stóru móttøkuhallunum í húsinum.

 

Vegna vinarbýarsambandið við Odense hevur Klaksvíkar kommuna havt ein ávísan leiklut í tilgongdini av hesi bygging – eisini tí at stýrið fyri byggingini kom til Klaskvíkar at kunna um verkætlanina í 2007.

 

Rasmus Lybert, kendur fólkasangari úr Grønlandi, sum býr í Odense, og hvørs kona arbeiðir í Det Noratlantiske Hus, gekk í gjáramorgunin og hongdi myndir av einstaklingum og bólkum úr hesum trimum londunum á brúnna, sum gongur yvir á hálvoynna, har húsið stendur. So øll segl eru sett fyri, at móttøkan í morgin, leygarmorgunin, tá ið húsið letur upp, skal eydnast so væl sum gjørligt.

 

Listaverkið, sum Edward málar, hevur vakt stóran ans í húsinum – Ja, býnum øllum, tí bløðini skriva ógvuliga rósandi um listaverkið, sum Klaksvíkar býráð gevur – “Himlen bryder frem”, var tann eina yvirskriftin.

 

Uttanfyri er settur ein stórur ísklumpur, sum er komin frá grønlandska vinarbýarkommunu, Upernavik. Eisini er ein serligur postkassi inn, har børnini kunnu senda jólakort til jólamannin í Grønlandi.

 

Tróndur Patursson hevur eina lítla framsýning av glasfulgum sínum, í niðastu móttøkuhøllini.

 

Tað er ein long skrá fyri dagin í dag, har m.a. Føroyingafelagið í Odense skipar fyri føroyskum dansi. Meir kann lesast um skránna og húsið VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Fleiri myndir kunnu síggjast í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER

 

 

 

http://www.nordatlantiskhus.dk/