Lerwick: Tað gekst als ikki eftir vild hjá Boga Kristiansen í landavegskoyringini. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist honum at fáa heiðursmerki í hesi kappingini, men sjálvur tóktist hann hampuliga avkláraður, tá vit fingu orðið á hann.
- Vit hava nakrar krampar á pedalunum, sum halda fótin fastan. Annar av hesum brotnaði, og so mátti eg gevast.
Men ber ikki til at súkkla, uttan at hava slíkar krampar?
- Nei, tað verður alt ov strævið. Tá vit súkkla, so nýta vit eisini kramparnar at draga pedalirnar, og tá tað ikki bar til longur, so valdi eg at gevast alt fyri eitt.
Og er tað eitt brek, sum tað ber til at rætta áðrenn býarkoyringina fríggjadagin.
- Tað vóni eg. Eg fann kramparnar aftur alt fyri eitt. Tað vísti seg, at onkur skrúva var farin í hesum, so nú mugu vit vita, hvørt tað ber til at fáa nakrar nýggjar skrúvur settar í.
Býarkoyringin eftir
Soleiðis endaði landavegskoyringin hjá Boga, men framvegis má hann roknast sum besta boðið upp á eitt føroyskt heiðursmerki. Tríggjar ferðir áður hevur hann fingið bronsu í býarkoyringini, og hann sigur eisini, at hetta verður tað, sum hann fer eftir fríggjadagin.
- Sjálvandi er eitt heiðursmerki vónin, men tað verður ófatuliga strævið. Feltið er øgiliga sterkt við Roche og liðfeløgum hansara av Man, so eg má bara royna at hanga í har frammi.
Men tað tykist vera ein kappingargrein, sum hóskar tær sera væl.
- Ja. Har eru nógv sving og tættir duellir, og tað dámar mær bara væl, sigur ein hóast alt vónríkur Bogi Kristiansen.










