Tað nomið varð við evnið gransking á tíðindafundi í Tinganesi hósdagin, kom fram, at fleiri fólk arbeiða í føroysku KT-vinnuni, enn tað gera á kyvjivirkjunum hjá alivinnuni.
Men einki av hesum arbeiðinum verðuru skrásett sum útflutningur, hóast tað júst er til fremmand lond, nógv av hesi framleiðslu verður seld, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum.
Tað kann kennast eitt sindur ørkymlandi at fáa at vita á einum tíðindafundi, har alt landsstýrið er savnað, at útflutningsvinna, sum eftir øllum at døma leggur nógvar pengar eftir seg, ikki verður skrásett hjá Hagstovu Føroya.
Men soleiðis er støðan í Føroyum í dag, váttar Jastrid Bech Árting á Hagstovu Føroya.
Tann einasti útlfutningur, vit í dag skráseta til fulnar, er tað, sum útflutt verður av fiski og fiskavørum, sigur hon. Tað er lógarfest, at so skal vera. Men eingin lóg er fyri, hvat annað skal skrásetast sum útflutningur.
Tað vil við ørðum orðum siga, at tað er als ikki vist, at fiskivinnan er so einaráðandi á útflutningssíðuni, sum vit vanliga ganga og fortelja fólki, hóast eingin ivi er um, at fiskivinnan er tann berandi stólpin í búskapi okkara.
Men tað kann vísa seg, at talan kann vera um rímiliga nógvar pengar, sum útflutt verður fyri, uttan at tað verður skrásett hjá Hagstovuni. Soleiðis kann eisini í ringasta føri vera møguligt, at politikarar ikki kenna tey neyvu tølini, teir hava at arbeiða við, tá eitt nú fíggjarlóg verður gjørd.
Men ætlandi skal nú fáast ein loysn á hesum, sigur Jastrid Bech Árting á Hagstovu Føroya. Ein lóg um skráseting av øllum útflutningi okkara er á veg, sigur hon. Lógin skal ætlandi koma í gildi um ársskiftið.
Tá fer at bera til at siga nágreiniliga, hvat og hvussu nógv verður útflutt úr Føroyum. Í dag verður tað í summum førum bara til gitingar, sigur hon.