Rómurin á Skála var ikki til at fara skeivur av. Á seinasta leikdegi tryggjaðu suðuroyingar sær enn eitt ár í Formuladeildini, og verjuleikarin hjá VB/Sumba, Súni úr Hørg, heldur at tað var sum at vinna FM.
– Hetta var fantastiskt. Málið seinastu dystirnar hevur bara verið at yvirliva, og tá er tað ótrúliga stuttligt at tað eydnast. Tað er akkurát sum at vinna FM, flennir Súni úr Hørg.
Spurdur um VB/Sumba er tað rætta av teimum trimum botnliðunum, sum skuldi yvirliva, sigur Súni úr Hørg, at tað má stigatalvan svara fyri.
– Liðið hevur verið nógv skert í ár í mun til áður, og tað er øgiliga trupult at svara fyri, hvørt vit eru betri egnaðir enn hini, men eg haldi stigatalvan svarar fyri seg, sigur Súni úr Hørg.
– Vit hava verið rættiliga svingandi í ár. Teir dystir, vit hava spælt væl, hava vit riggað væl sum eitt lið. Men so hava tað eisini havt dystir, har alt hevur raplað saman hjá okkum.
Dysturin leygardagin var eitt dømi um ein dyst, har tað riggaði væl hjá VB/Sumba.
– Tað var ein rættiliga spennandi dystur, har Skála eisini gav alt teir áttu. Fyrri hálvleikur gekk onki serligt og ongin okkara spældi væl. Seinni hálvleikur riggar munandi betur og vit fáa skapt eitt trýst einu løtuna har vit so eisini fáa eitt mál, greiðir Súni úr Hørg frá, sum saman við VB/Sumba aftur verður at síggja í Formuladeildini komandi kappingarár.