Sum at vera ein drongur aftur

Klaksvíksbólkurin Aria var samlaður at spælda til dans í KÍ høllini í gjárskvøldið, eftir at hava ligið stillur í 13 ár.

Klaksvíksbólkurin Aria var samlaður at spælda til dans í KÍ høllini í gjárskvøldið, eftir at hava ligið stillur í 13 ár.

 

Tað gekk væl at spæla, og vit kendu okkum allir sum dreingir aftur, sjálvt um bæði rukkur og ár eru lagt aftrat, sigur Jógvan Hansen, sangari í bólkinum.

 

Tá Aria var í toppinum fyri 13 árum síðani spældi bólkurin nógv til dans í hallum kring landið, og tað vóru altíð nógv fólk og lurtaðu. Jógvan greiðir tó frá, at tað er ein farin tíð hjá bólkum at spæla til dans í ítróttarhallum, og at bólkar skulu heldur miða eftir at spæla á festivalum, tí tað er trupult at fylla eina stóra ítróttarhøll.

 

Hóast onki er avgjørt enn, hevur tað verið uppá tal, at Aria møguliga fer at spæla saman aftur til ein av festivalunum í summar, sigur Jógvan Hansen.

 

Jógvan Hansen er búsitandi í Íslandi har hann livir av tónleikinum. Í Íslandi ger hann alt frá at spæla til jarðarferðir og brúdleyp til heilt stór show.  Serliga hevur hann nógv at gera um veturin tá kvøldini leingjast, og hann er fult bókaður til eftir jól.

 

 - Eg livi hampiliga væl av tí og havi nógv at gera, sigur Jógvan, sum fyri tíðina er í gongd við eitt Tom Jones Stand Up Show í Íslandi.