Planet.fo hevur spurt tvey ung fólk, hvussu teirra besti mussur var, og hví hann var so góður.
Fríðrikur,
- Tann besti mussurin, eg havi fingið, var fyri nøkrum árum síðani í høllini á Nabb. Vit kendust væl, og eg hevði havt eyga á henni leingi, men hon var nógv ov vøkur til mín. Til mína eydnu, hevði hon av einari ella aðrari orsøk fingið áhuga fyri mær tað kvøldið, og her var tað, at eg kom at uppliga tann besta mussin í mínum lívi (higartil). Tað var sum mjúkt silki rørdi tunguna við einari sensuellari fuktigheit, sum gav mær kuldaskjálvta gjøgnum allan kroppin.
Eva Maria,
- Mín besti mussur var uttanfyri Einglabarrina (Kafé Kaspar) ein kaldan februardag í 2006. Vit høvdu kenst í tríggjar dagar men bara skrivast gjøgnum arto og sms. Eg hevði eisini sæð hann narkar ferðir í bussinum á veg í skúla. Egmá siga, at tað var love at first sight. Hann var so lekkur og akkurát mín typa. Vit møttust uttanfyri Einglabarrina, og tað fyrsta hann ger er, at hann tekur rundan um meg og gevur mær tað deiligasta klemmið í allari verðini. Hann tekur síðani í høkuna á mær og mussar meg. Fyrst var tað hasin bleyti mussurin, tú veitst, sum varar í ein minutt. MEN tungumussurin var tann besti. Tað var fantastiskt ? summarfuglabúk! Sum at síggja Niagra Falss fyri fyrstu ferð. Tað var sum osturin til mínar nachos. Ikki undarligt, at eg havi verið forelskað í honum í fýra ár!