Sum at lóggeva fyri seiðabergi

Bill Justinussen setir stórt spurnartekin við listan, sum fólk kunnu skriva seg á og stuðla undir, at tey samkyndu í Føroyum fáa betri sømdir enn tey fáa í dag


 
– Um eg fari í tingið og biðið teir gera eina lóg, sum loyvir mær at fara á seiðaberg og teir siga nei, so merkir tað kortini ikki, at tað er mær ólógligt at fara á seiðaberg. Tað er tað sama við lógini um samkynd, tí hóast vit onga lóg hava, sum forbjóðar diskriminatión av samkyndum, so merkir tað ikki at tað er fullkomiliga lógligt at diskriminera samkynd, sum tað altso stendur á hasi heimasíðuni.
Orðini eigur Bill Justinussen hjá Miðflokkinum. Hann finst eisini at øðrum tingum í tekstinum á heimasíðuni, sum eggja fólki til at skriva sítt navn á ein lista og harvið mótmæla og gera vart við, at vit í Føroyum onga lóg hava, sum verjir rættindini hjá teimum samkyndu.
Millum annað finst Bill Justinussen at, at tað á heimasíðuni stendur, at tíverri er støðan nú tann, at tað ikki er óvanligt, at fólk gera seg inn á og diskriminera samkynd.
– Tað passar ikki, at tað ikki er óvanligt. Vit hava havt eitt dømi um nú, men tað merkir ikki, at tað er ikki er óvanligt at slíkt kemur fyri, sigur Bill Justinussen, sum eisini setir spurnartekin við sjálvan listan.
– Tú kanst skriva teg inn á listan so ofta sum tú vilt, tí har er onki frámerki ella annað sum sigur, at tað veruliga er tú, sum skrivar teg inn á, so eg ivist í hvussu eftirfarandi listin er. Til dømis sá eg, tá eg hugdi inn á listan, at Jenis av Rana stóð uppskrivaður, sigur Bill Justinussen, sum var skjótur at printa listan út, tá hann sá hetta.