Sum at hoyra til eina stóra familju. Soleiðis kendist tað at vera gestur til Special Olympics í Rom. Tað segði landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, í røðu hann helt fyri ítrottarhetjunum til móttøku í ÍSF-húsinum kl. 13 í dag.
Landsstýrismaðurin var sjálvur við í Rom sum umboð fyri almennu Føroyar. Hann duldi ikki yvir, at hann var fegin um at hava verið við, og at hann var errin av føroysku luttakarunum.
Vit eru stolt av tykkum og tykkara avrikum. Vit eru stolt av, at tit hava áræði at íðka ítrótt og umboða Føroyar úti í heimi. Sjálvt um heiðursmerkini ikki hava tann størsta týdningin, so eru vit stolt av, at tann føroyski hópurin kemur heim av olympiskum leikum Special Olympics í Rom við trimum gullmerkjum í svimjing, tveimum silvurmerkjum í svimjing eitt av teimum var í liðsvimjing, einum bronsumerki í frælsum ítrótti og fleiri persónligum metum.
At teir føroysku luttakararnir klára seg so væl millum 57 onnur lond, ber boð um, at tit øll hava lagt ótrúliga stóra orku í at fáa so góð úrslit sum gjørligt. Eingin kemur sovandi til heiðurmerki við olympiskar leikir áhaldandi venjing, evni, áræði og vilji skulu til, segði Jógvan á Lakjuni, og sendi hann eisini eina heilsu til leiðarar og venjarar, tá hann segði, at uttan tey var tað ógjørligt.
Italska stjórnin, borgarstjórin í Rom og fótbóltsstjørnan Kaka
Tað var sum landsstýrismaður í mentamálum, at Jógvan á Lakjuni varð boðin við til leikirnar sum almennur gestur. Umframt at fylgja kappingnum í tveir dagar og at luttaka á eini ráðstevnu, so var Jógvan á Lakjuni eisini við til setanina av leikunum, og tað hugtók hann.
Ja, tað var sum at síggja setanirnar til teir stóru olympisku leikirnar. Nógv fólk tóku lut, millum onnur Timothy Shriver. Hann er systursonur John F. Kennedy og er nevndarformaður fyri Special Olympics. Mamma hansara, Eunice, stovnaði í 1968 Special Olympics. Har vóru eisini umboð fyri ta italisku stjórnina og borgarstjórin í Rom, og brasiliansku fótbóltsstjørnuna, Kakà, sóu vit eisini.
Hetta var ein stór løta at síggja øll hesi 1400 ungu koma inn á vøllin á land aftan á land saman við venjarum og hjálparfólki. Og nakað heilt serligt var at síggja tann føroyska hópin koma inn á vøllin á hesum stórsligna Stadio dei Marmi saman við luttakarum úr øllum hinum londunum. Tað var fantastiskt at uppliva, at so nógv varð gjørt burturúr, greiddi Jógvan á Lakjuni frá.
Í Rom var ein heilur dagur settur av til eina ráðstevnu um umstøðurnar hjá ungum menningartarnaðum, har Jógvan á Lakjuni eisini luttók.
Endamálið við ráðstevnuni var at tosa um, hvussu vit kunnu betra um lívið hjá teimum, bæði tá ið um ræður heilsu, sosiala inklusión (at tey verða tikin við í øllum viðurskiftum), og tá ið ræður um ítrótt og fysiska venjing.
Eisini varð dentur lagdur á, hvussu týdningarmikið tað er, at familjurnar hjá menningartarnaðum hava so góðar umstøður sum gjørligt.
Gleði og samanhald
Tá Jógvan á Lakjuni tók samum frá túrinum í Rom segði hann, at gleði og samanhald eru tey hugtøk, sum hava fest seg í minni hansara frá døgunum í italska høvuðsstaðnum.
At bera frávik eigur ikki at merkja, at verða útihýstur. Samfelagið skal hýsa okkum øllum. Og tit, sum eru við í ÍSB, tit eru við til at lata eygu okkara upp fyri, at okkara samfelag verður ríkari, tá ið rúm er fyri øllum. Stóra tøkk skulu tit hava fyri tað, segði Jógvan á Lakjuni at enda í røðu sínari.









