Sum at hava revolvara settan í ryggin

Fundur um at siga upp Hoyvíkssáttmálan verður í uttanlandsnevndini klokkan 9.30

Klokkan 23 í gjárkvøldið var tingfundurin liðugur, sum tað varð farið undir klokkan 9.39 í gjáramorgunin.

Síðsta mál á dagsskránni var 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan, sum er sáttmálin millum Føroyar og Ísland.

 

Málið var beint uttanlandsnevndini til viðgerðar. Undir fyrstu viðgerð í gjárkvøldið segði Jákup Mikkelsen, sum umboðar Fólkaflokkin í uttanlandsnevndini, at hann hevði biðið um fleiri innkallingar, og at ein av teimum er Vinnuhúsið, sum tað er heitt á at møta á fundinum í morgin fyri at lýsa málið út frá vinnusjónarmiðnum.

 

Orðaskiftið var stutt, men teir tingmenn, sum tóku orðið, undraðust og fíltust á, at hetta málið ikki varð lagt fyri tingið fyrrenn nú.

-Eg dugi ikki at síggja, hví málið nústaðni er komið á tingborð, og at tað varð lagt upp til, at tingið skuldi víkja frá øllum tíðarfreistum. At viðgera so stórt mál í skundi og næstan uttan hoyringsfreistir kennist sum at hava revolvara settan í ryggin, segði Jógvan á Lakjuni tingmaður fyri Fólkaflokkin.

 

Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum segði seg vera samdan við fólkafloksmannin.

 

Tað er lagt upp til, at tingið fyri jól skal samtykkja uppskotið við 2. og endaligu viðgerð, so landsstýrið kann siga sáttmálan upp frá á nýggjárinum. Uppsagnartíðin er eitt ár.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur fleiri ferðir undirstrikað, at tað í løtuni eru samráðingar við íslendingar um at broyta sáttmálan, sum føroyingar ikki eru nøgdir við. Landsstýrismaðurin hevur undirstrikað, at hann vónar, at tað fer at bera til at gera semju um broyttan sáttmála soleiðis, at uppsøgnin, sum tað er ætlanin at handa íslendingum undan ársskiftinum, ikki verður veruleiki.