Sum at geva plastikkblomstrum vatn!

   

Marianna Heinesen
valevnið Tjóðveldisfloksins til Býráðsvalið
www.heinesen.fo/marianna/
?????????

Nøkurlunda soleiðis úttalaði okkara táverandi borgmeistari, Poul Michelsen, seg um ungdómin í Havn miðskeiðis í 80?unum í sambandi við, at søkt varð um eini ungdómshús. Undirritaða var tanáringur tá og kanska ikki ein av teimum mest uppreistrarhugaðu, men hasi orðini gloymdi eg ongantíð!
Tá tosið fellur á ungdómin, eru vit enn sum fyrr von at hoyra orð sum ?forkelaði, dovin, tíma einki, bara krevja og krevja og brúka alt ov nógvar pengar! Tey hava rætt til ?ókeypis? skúlagongd, eru limir í nógvum ymiskum feløgum, ferðast dúgliga, vaksa úr klæðunum, sum júst eru keypt, og eta fyri fleiri! Jú, víst kosta tey okkum foreldrum nógvar pengar. Sjálvsagt er tað fyrst og fremst okkara ábyrgd, at børnini fáa ein góðan, tryggan og ikki minst sunnan uppvøkstur. Men í ungdómsárunum mugu vit eisini dúva upp á onnur og kunnu í tí sambandinum spyrja: Hvussu kann kommunan vera við at skapa góðar og sunnar umstøður?
Í mínari verð tykist tað, sum um vanligi hugburðurin í kommununi er: Vit geva teimum eini hús (Margarinfabrikkina) og seta so nøkur fólk, sum kunnu skapa umstøðurnar og ansa eftir, at alt gongur, sum tað skal. Einki ringt um tað og starvsfólkini har. Tey eiga nógv rós uppiborið. Men Margarinfabrikkin kann altso ikki hýsa ØLLUM ungdóminum í Tórshavnar kommunu! Vit hoyra t.d., at tað er eitt verri óskil, tá dj-show/diskotek er uppi í Badmintonhøllini! Meginparturin av ungdóminum undir 18 ár gongur fullur og ger ónáðir og enntá herverk..
Er tað kommunan, sum hevur ábyrgdina av tí??? Ein góður spurningur! Eg vildi meint, at kommunan kundi, við at varpa nógv meira ljós á ungdómin og tørvin hjá teimum, arbeitt fyri, at fáa ein sunnan og ábyrgdarfullan ungdóm. Ein ungdóm, har tey ungu sjálvi eru við til at skapa tær rammur og fyritreytir, sum eru júst fyri tey!!
Tjóðveldisflokkurin hevur í valskrá síni sett út í kortið at fáa orðað ein umgdómspolitikk. M.a. er málið, at ungdómshús verða tøk úti í nærumhvørvinum. Hesi umgdómshús skulu kunna brúkast til eitt og hvørt tiltak, m.a. sum dansihølir. Men tað týdningarmesta í hesum er, at ungdómurin sjálvur er við til at skipa fyri og sjálvur kann leggja lag á, hvat hølini skulu brúkast til!
At fáa nakað noytt inn á seg verður sum oftast ikki væl móttikið. At bara geva og geva og so vænta, at nøgdin kemur av sær sjálvari, er heldur ikki rætti hugburðurin! Ynskja vit ein vælvirkandi ungdómspolitikk, skulu nakrar treytir uppfyllast. Tey ungu í okkara størstu kommunu hava krav upp á at verða hoyrd og vird. Tað vil Tjóðveldisflokkurin heldur enn fegin arbeiða fyri, soleiðis at vit fáa ein virknan og sunnari ungdóm! Við røttum amboðum ivist eg onga løtu í, at kommunan fær tað fleirfalt aftur!