Januar mánaði var ein góður mánaði hjá Atlantic Airways. Tjóðarflogfelagið kundi nevniliga í dag avdúka, at tað vóru sjey prosent fleiri ferðandi við Atlantic Airways í januar í ár samanborið við síðsta ár.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, er ikki í iva, um hvat orsøkin er til góðu gongdina.
- Tað er heilt týðiligt, at tað eru súlubilletirnar, ið eiga æruna fyri vøksturin í januar, sigur stjórin við in.fo.
Flogfelagið upplýsti eisini í tíðindaskrivinum, at vøksturin á sjey prosent stavaði frá øðrum leiðum enn til Keypmannahavnar. Tað váttar stjórin, og vísir á, at hóast trupulleikar í frálandavinnuni, so flúgva nógv ferðafólk til Bergen.
- Tað er serliga leiðirnar til Bergen og Reykjavík, at fleiri flúgva til. Fólk brúka súlubillettirnar til at keypa eina vikuskiftisferð til ein av hesum býunum. So sjálvt um tað eru trupulleikar við frálandavinnuni, so klárar Bergen seg enn væl.
Tað hevur verið rættiliga gravgangur eftir at keypa billettir, nú freistin at brúka súlublilettirnar gekk út í dag. Sambært Jóhannu á Bergi, so seldu flogfelagið líka nógvar súlubilettir í 2015 sum í januar 2016.
- Helvtina av súlubilettunum vórðu seldar í 2015, meðan restin varð seld í januar. Harav tað hevur verið serliga nógv trýst á síðstu vikuna.

- Súlurnar eiga æruna fyri vøkstrinum





