Sulskis vann Klaksvík International 2008

Stórmeistarin GM Sarunas Sulskis úr Litava gjørdist ovastur í talvkappingini Klaksvík International. Ovast seedaði Sulskis var á odda frá fyrsta til seinasta leik

Talv

 

Sarunas vann kappingina við 6½ stigi av 9 møguligum, meðan altjóða meistarin úr Danmørkini, IM Esben Lund deildi annað plássi saman við IM Tapani Sammalvu, úr Finlandi og GM Gawain Jones úr Onglandi, allir við 5½ stigi.

Føroyingarnir í kappingini stóðu seg sum heild sambært styrkismetingini, tó at Heini Olsen stóð seg nakað betri enn væntað varð frammanundan. Krútsterka kappingin gjørdist ein sonn avbjóðing hjá Føroyingum og samstundis sera góð upphiting til Talv-OL, sum verður í november mánað.

Hóast føroyingar ikki rukku nøkrum IM-normi á hesum sinni, er at frøðast um, at FM Daniel Semcesen úr Svøríki rakk sínum fyrsta IM-normi í Føroyum, eftir at hava verið nær við í fleiri umførum. Og sviar fegnast um frálíka úrslitið hjá Semcesen.

Annars gjørdist síðsta umfarið rættiliga friðarligt við 4 javnleikum og sigri til G. Jones ímóti Olaf Berg. Eftir at hava telvað í samfullar 8 dagar, uttan stórvegis møguleikar fyri at førka nevnivert við endaligu støðuna, samdust menn um at friðarligu loysnina.