Danska Diabetisfelagið roknar við, at í 2025 hevur ein hálv millión danir sukursjúku. Tað er tvífalt so nógv sum í dag. Um fyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk beinanvegin, ber til at forða fyri stóra vøkstrinum, men verður einki gjørt, er tað meira sannlíkt, at 600.000 fólk hava sukursjúku um góð 20 ár.
- Talið á teimum, sum hava diabetis, veksur í stórum, og gera vit einki við gongdina, so svíkja vit túsundtals danir, sigur professarin Allan Flyvbjerg, sum er formaður fyri danska Diabetisfelagið, við Politiken.










