Sukurfrítt fitar

Nýggj gransking staðfestir, at sukurfríar vørur og lightvørur fita ístaðin fyri at klænka

NÝGGJ VITAN

- Hevur tú ætlanir um at tapa teg, skalt tú ikki eta ella drekka sukurfríar vørur og vørur við frámerkinum light. Tær fita meiri enn tær klænka. Ávís eftirgjørd søtievni snýta bert blóðið og heilan fyri sukur, so matarlysturin veksur, staðfestir nýggj gransking.
Lightvørurnar fita, tí nógvar innihalda søtievnið aspartam, eisini kallað nutrasweet. Kroppurin heldur, at hann fær sukur, men verður snýttur við eftirgjørdum søtievni. So fellur blóðsukrið og matarlysturin veksur. Tað kann gera fólk enn tjúkkari, um tey eta feitan mat ístaðin fyri sukur. Feitt er meiri fitandi enn sukur.
Søtievnið aspartam og onnur søtievni finnast í ørgrynnu av mat- og drekkivørum, t.d. Coca-Cola light og øðrum sodavatni, í jogurt, saft, súltitoy, ísi, góðgæti, dessertum og øðrum.
At vørur við frámerkinum light fita heldur enn klænka er nýtt fyri nógv, eisini onkran teirra, sum í fleiri ár hevur havt klænkiskeið í Føroyum.
- Spyr onkur skeiðluttakari meg, hvørjar matvørur tey skulu keypa, mæli eg altíð fólki til at lesa væl á etikettini, hvat viðkomandi vøra inniheldur. Eisini havi eg mælt fólki til at eta light. At light fitar meiri enn tað klænkar er nýtt fyri meg, sigur ein skeiðhaldari í Føroyum.
Áður hevur sterka søtievnið aspartam, sum er 200 ferðir søtari enn sukur, verið illtonkt fyri at elva til krabbamein. Hetta er eitt páhald, sum ongantíð er prógvað. Henning Pakkenberg mælir parkensonssjúklingum frá yvirhøvur at røra mat, sum inniheldur aspartam, tí evnið verður hildið at elva til parkensonssjúkraeyðkenni. Niðurstøðan má vera: et minni feitt og meiri grønt!