Síðani 1998 er talið av børnum og ungum við diabetes 1 vaksið við einari helvt í Danmark. Størri mongdir av sukuri og sodavatni eru mest sannlíkt orsøkin til vøksturin. Hetta vísir nýggj gransking frá Bartholin stovninum á Ríkissjúkrahúsinum.
Danskir miðlar skriva í dag, at stórar mongdir av raffineraðum kolhydratum, so sum sukur og sodavatn, mest sannlíkt eru ein týðandi orsøk til, at eitt skjótt vaksandi tal av børnum og ungum fáa staðfest klassisku sukursjúkuna, kallað typu 1-diabetes.
Granskingin vísir, at eitt nú kann reint sukur virka sum reint eitur fyri insulinkyknurnar, tí tær verða strongdar av ávirkanini av sukri, og harvið fær immunverjan hjá kroppinum lættari við at loypa á og oyða tær kyknurnar, sum framleiða insulin.
Tí er tað sannlíkt samanhangur millum stóra nýtslu av sukuri og søtum drykkum og tað, at alsamt fleiri børn og ung fáa staðfest diabetes 1.
Síðani 1998 er talið av børnum og ungum við diabetes 1 vaksið við 50 prosentum, og hin vanliga sukursjúkan, diabetes 2, hevur eisini verið í støðugum vøkstri millum børn og vaksin í vesturheiminum orsakað av ósunnum lívsstíli og ov lítlari rørslu.
Diabetes 1 hevur ikki higartil verið sett í samband við lívsstíl.
Diabetes 1 kann geva sjóntrupulleikar, hjarta- og nýratrupulleikar, umframt amputering av kropslimum orsaka av nervasjúkum.