Súkklukapping í Havn leygardagin

Teinurin er runt Oyggjarvegin, sum hann verður kallaður.

Leygardagin skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukapping. Talan er um kenda teinin, ið teir kalla runt Oyggjarvegin.


Fyrireikararnir siga, at luttakararnir sjálvir avgera hvussu ofta teir súkkla runt um Oyggjarvegin. Súkklar tú einaferð runt Oyggjarvegin, er teinurin 45km.


Talan er um opna kapping, har øll eru vælkomin at melda seg til. Byrjað verður við Plantusøluna við Hvítanesvegin kl.15.00, og luttakarar verða bidnir um at møta kl.14.30.


Mikukvøldið 18. juni er aftur kapping á skránni, tá ið súkklað verður í einkultstarti í Kaldbaksbotni. Stóra kappingin Effo Kring Føroyar verður vikuna áðrenn ólavsøku.