Súkklingin brynjar seg til oyggjaleikir

Kappast varð fyrradagin og komandi vikuskifti verða úttøkukappingar.

Oyggjaleikirnir á Jersey nærkast í hvørjum og tey í súkkling nærkast nú teimum avgerandi kappingunum fyri hvør skal takast út at umboða Føroyar. Komandi vikuskifti verða úttøkukappingar á skránni.


Kappast verður bæði í súkkling og triathlon. Talan er um tríggjar súkklukappingar og eina triathlonkapping. Súkklað verður bæði fríggja-, leygar- og sunnudag. Triathlonkappingin verður sunnudagin.


Fyrradagin varð annars kappast í landavegsúkkling. Dávur Magnussen var leingi í útbroti og opnaði eisini spurtin, men tað var veteranurin Gunnar Dahl-Olsen, sum vann frammanfyri hann, Guðmund Joensen og Jógvan Højgaard.


Teinurin var 75 kilometrar langur hjá hesum fýra, sum valdu at súkkla tann longra teinin. Styttri teinurin var 35 kilometrar langur, men har var einans ein luttakari, nevniliga superveteranurin Evald Rasmussen.