Súkkling: Sól og stormur

Tórshavnar Súkklufelag skipaði leygardagin fyri fyrstu VEG kappingini í felagsstarti í ár. Hetta er triðja kapping í ár, men fyrsti felagsstartur. Fyrsta og onnur kappingin vóru Einkultstartskappingar, skrivar Tórshavnar Súkklufelag.

 

Leygardagin bleiv kappast í Sundalagnum. Startur og mál var við Effostøðina í Kollafjarðadali, og gekk leiðin norður gjøgnum Sundalagið. Vent var í Saksun, og so gekk leiðin suður gjøgnum Sundalagið aftur. Teinurin var góðar 60 km langur.

 

Casper Rosen leyp á nakað norðanfyri Kjalnes. Hann legði rúm aftur til hinar, men løtu seinni fekk Gunnar Dahl-Olsen Casper aftur, og so fóru hesir frá hinum. Tórarinn Didriksen hevur ment seg nógv síðan hann fyri fáum árum síðan byrjaði at súkkla av álvara.

 

Casper mistið takið á Gunnari, og so koyrdi Gunnar einsamallur norður gjøgnum Sundalagið, men tá tað bleiv vent í Saksun, so var Tórarinn í hølunum á Gunnari, og bert 30 sekund vóru millum teir báðar fremstu. Nakað aftanfyri Tórarinn kom Casper.

 

Tórarinn og Casper hava ofta áður verið í dysti, og soleiðis bleiv aftur leygardagin. Í nógva mótvindinum suður gjøgnum Sundalagið, megnaði Casper at fáa Tórarinn aftur, og síðan at koyra frá honum. Tórarinn stríddist, og tað eydnaðist honum at fáa Casper aftur.

 

Saman nærkaðust teir Gunnar, men í brekkuni niðan úr Hósvík fekk Gunnar aftur ferð á súkkluna og legði frástøðu aftur til Casper og Tórarinn. Gunnar vann ein tryggan sigur, men spenningurin var hvør fór við silvurinum. Tað bleiv til ein endaspurt millum Casper og Tórarinn, sum Tórarinn vann.

 

Næsta kapping hjá TSF verður 16. apríl. Ein teinur á góðar 70 km skal tá koyrast, og tá verður koyrt úr Havn, norður gjøgnum Sundalagið, til Saksun og so verður málið á Eiðisskarð.

 

Úrslit, Kollafjarðadal, Saksun, Kollafjarðadal, 59 km:

 

1. Gunnar Dahl-Olsen, 1 tíma 56 minuttir og 30 sekund

 

2. Tórarinn Didriksen, 2:01:01

 

3. Casper Rosen, 2:01:09

 

4. Kári Nielsen, 2:13:40

 

5. Eyðun Jakobsen, 2:19:59

 

6. Henry Berg, 2:26:29