Tað skrivar DR Nyheder.
Tað er ferðavinnufelagið Wonderful Copenhagen, sum hevur tikið stig til átakið, ið kallast CopenPay.
Fleiri altjóða miðlar, eitt nú BBC og The New York Times, hava skriva um átakið. Talan er eina royndarverkæltan, sum verður í døgunum 15. juli til 11. august í ár.
- Tær greinigarnar, vit hava hugt eftir, vísa, at nógv vilja broyta atferð, meðan bert fáa í roynd og veru broyta sína atferð, so hon verður meiri burðardygg, sigur Rikke Holm Petersen, samskiftis- og marknaðarførslustjóri í Wonderful Copenhagen við DR Nyheder.
Endamálið við verkætlanini er at fáa ferðafólk at ansa eftir umhvørvinum og veðurlagnum. Ítøkiliga virkar tað soleiðis, at burðardyggar gerðir verða løntar aftur. Til dømis kanst tú fáa ein ókeypis kopp av kaffi, um tú kemur á súkklu, ella tú kanst fáa títt plastrusk gjørt um til eitt tinganest á Statens Museum for Kunst.
24 støð eru við í átakinum, m.a. eru Nationalmusset, CopenHill og Kayak Bar partur av royndarverkætlanini.
Tú kanst lesa meiri um CopenPay her.