Suka er deyð eftir drúgva sjúkralegu

Fyrrverandi landspolitikarin og eldsálin í Grønlandi, Suka K. Frederiksen, er deyð eftir drúgva sjúkralegu.

 

 

 

 

Sermitsiaq veit at siga, at Siumut-politikarin, Suka K. Frederiksen, er deyð í heimi sínum eftir drúgva sjúkralegu. Tað váttar familja hennara í dag. Hon varð vald í grønlendska landstingið í 2014, men valdi ikki at stilla upp aftur til valið í 2018.

Suka K. Frederiksen var limur í grønlendska landsstýrinum, har hon eitt nú hevði ábyrgd av sjálvstýris-og uttanríkismálum og landbúnaði fram til 2017. Í august í 2017 fekk hon staðfest krabbamein í tunguni.

Hon valdi at søkja um sjúkrafarloyvi, og hon fortaldi eisini opið um sína krabbasjúku í grønlendskum blaði. Í blaðsamrøðu upplýsti Suka K. Frederiksen, at hon var í holt við at skriva eina hondbók um krabbamein til krabbameinsrakt og avvarðandi.

- Eg gjørdist vónsvikin, tá eg fann út av, hvussu lítið vit hava av praktiskum upplýsingum um krabbamein á grønlendskum, segði hon í samrøðuni í august í 2018 - eitt ár eftir, at hon hevði fingið staðfest krabbamein.