Suharto deyður

Fyrrverandi indonesiski forsetin Suharto er deyður. Hann var 86 ára gamal Suharto hevur ligið á sjúkrahúsi í Jakarta tær seinastu vikurnar, og í nátt komu boðini um, at hann var deyður.

Suharto var generalur í indonesiska herinum, til hann tók valdið í landinum í 1967. Hann fór frá í 1998, eftir at tann stóra asiatiska fíggjarkreppan hevði elvt til umfatandi mótmæli ímóti honum.

Fyrst í mánaðinum varð Suharto innlagdur við álvarssomum trupulleikum við hjartanum, lungunum og nýrunum.