Sugababes í upploysn

Ein av teimum trimum vøkru songkvinnunum í vælumtókta gentubólkinum Sugababes, er nú farin úr bólkinum. Meðan Keisha er farin úr bólkinum, halda Heidi Range og Amella Berrabah fram sum Sugababes, og fara at fáa hjálp frá tí nýggjasta liminum í bólkinum Jada Ewen, ið umboðaði Ongland í Melodi Grand Prix 2009.

 

23. november kemur tann nýggjasta fløgan hjá Sugababes á gøtuna, við heitinum ?Sweet 7?.

 

Les meira um Sugababes á heimasíðuni www.sugababes.com