Tað hevur leypt rættiligt órógv á fólk í Suðuroy, sum liggja á ferð, at verkfall er lýst á Strandferðsluni klokkan 17 í morgin.
- Bæði upplýsingin og høvuðsskrivstovna hjá okkum fáa nógvar fyrispurningar frá fólki, sum eru ørkymlað og ikki vita, hvussu tey skulu bera seg at, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Hann sigur, at Strandferðslan frættir frá fólki, sum liggja á ferð at fara við flogfari hesar næstu dagarnar, men sum ikki tora at bíða.
- Fólk, sum skulu við flogfari sunnudagin, mánadagin og í næstu viku annars, siga við okkum, at tey tora ikki at bíða, men ætla sær norður við Smyrli í morgin, leygardagin klokkan 9.30.
Onkur, sum skal við flogfarið so seint sum hósdagin, ætla sær eisini norður í morgin árini fyri at binda um heilan fingur, leggur hann afturat.
Talan er bæði um ferðafólk og um fólk, sum arbeiða uttanlands, og sum nú føla seg noydd at fara til Havnar fleiri dagar áðrenn tey skulu av landinum, fyri ikki at liggja strandað í Suðuroy.
Á Strandferðsluni ber illa til at geva teimum ráðm tí eingin veit, hvussu støðan verður.
Men Jens Petur Brattalíð sigur, at tað, tey hava fingið at vita, er at allir túrar, sum byrja áðrrenn klokkan 17 seinnapartin í morgin, verða sigldir.
Sostatt fer Smyril av Havnini klokkan 16 og verður lagdur, tá ið hann er komin suður klokkan 18.
Teistin, fer seinasta túr úr Skopun klokkan 16.30 og verður so lagdur á Gomlurætt og Ternan fer úr Nolsoy klokkan 16.50, fyri at nevna nakrar av bátunum.
Annars er framvegis gongd í málinum og Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur boðað frá, at hendir einki í dag ella í morgin, er hann til reiðar at fara í Løgtingið við málinum at forða fyri, at Strandferðslan verður løgd.
Men akkurát nær, Løgtingið kann verða samankallað, veit hann ikki at siga.