Suðuroyingar ónøgdir við vantandi breiðbandsferð

Brek er á kaðalinum til Suðuroyar, og nú verður skipað fyri undirskriftinnsavnan.

Internetsambandið til Suðuroyar er avmarkað eftir kaðalbrek. Hetta hevur elvt til ónøgd, og skipað verður nú fyri undirskriftinnsvnan fyri at mótmæla vantadi tænastu. Suðuroyggin hevur í løtuni loftvegis samband, ið er avmarkað.

 

Stigtakarar siga soleiðis á facebook, har innsavnanin fer fram:

 

So er man aftur bombaður aftur í farnu øld, tá tað kemur til Breiðbandsferð í Suðuroynni.

 

Eftir at brek er komi á kaðalin um Skopunarfjørð og brek kom á kaðalin í Hvalbiarfjørðið fyrr í 2014, so er álitið á fjarskiftinum til Suðuroynna aftur ein radiolinkur við avmarkaðum sambandið.

 

Dømi: Ferðin á einum vanligum 10/1 breiðbandshaldið koyrur heilt niður í bert 1/10 av tí ein skal gjalda fyri.

 

Sjálvandi kann tað koma fyri at brek kemur á eitt samband, men tað er ikki long tíð síðan at júst sama støða var og máttu vit bíða í langa tíð fyri at fáa hetta í rættlag.

 

Tí vilja vit heita á avvarandi mynduleika um at fáa hesi viðurskifti í rættlag og fáa tryggja at slík støða ikki skal íkoma aftur um stutta tíð.

 

Samstundis er tað okkara krav at okkara veitari gevur okkum eitt endurgjald fyri væntandi tænastu.

 

 

 

Síðan sæst her: http://www.skrivunder.net/vantandi_breidband