Um vikuskiftið skal kabalin við málsøkjabýtinum hjá ætlaðu CEF-samgonguni fáast at ganga upp. Og eftir øllum at døma hevur Kristin Michelsen, tinglimur fyri Javnaðarflokkin og borgarstjóri á Tvøroyri spælt ein trumf út longu nú.
Við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur Kristin Michelsen, at tað er ikki annað enn sjálvsagt, at suðuroyingar fáa ein landsstýrissess.
Umframt Kristin Michelsen vórðu Hendrik Old og Bjarni Hammer valdir á ting fyri Javnaðarflokkin, og hartil hevur samgongan eitt fjórða umboð í Sirið Stenberg, sum varð vald fyri Tjóðveldi.
Tí heldur Kristin Michelsen, at tað er eitt sjálvsagt krav, at suðuroyggin fær ein landsstýrissess.










