Um 18-tíðina í gjárkvøldið kom nýbygningurin, Emerald hjá P/F Havborg, á Vág.
Her vóru teir eftir trollemmum hjá Rock Trawldoors.
Á veg heim úr Turkaland, har skipið er bygt, var Emerald eisini í Hirtshals eftir trolútgerð.
Í Vági var høvi hjá fólki at vitja umborð, og tey vóru mong, sum vildu síggja stásiliga skipið.
Sambært heimasíðuni hjá Vágs kommunu fór Emerald av aftur Vági í morgun klokkan 11.30.
Klokkan 16 í dag verður móttøka á Eystaru Bryggju í Havn, har røður verða hildnar, og høvi verður at síggja skipið.
##med2##