Suðuroyingar fingið tryggari internet

Brekini, sum hava verið, eru nú umvæld

Suðuroyingar hava nú fingið tryggari internet.

Tað boðar Føroa Tele frá í tíðindaskrivi nú á miðdegi og tað merkir, at í løtuni eru tvey sambond til Suðuroyar, eitt fipursamband gjøgnum sjókaðal og eitt samband við radiotøkni.

 

Føroya Tele sigur, at fyrr í vikuni varð brekið á øðrum sjókaðlinum til Suðuroyar umvælt.

 

Brimil fór í síðstu viku at umvæla brekið, men mátti gevast fyri veður, men í vikuni eydnaðist so at umvæla kaðalin, so at annar sjókaðalin til Suðuroyar aftur er virkin.

 

Tvey fjarskiftissambond við fipurkaðali eru til Suðuroyar. Annað gongur millum Hvalba og Miðvág, og hitt gongur úr Skálavík og Víkarbyrgi.

 

Tað er kaðalin millum Skálavík og Víkarbyrgi, sum nú er umvældur. Hann fór í illveðrinum 30. januar í ár. Fyri at bøta um viðurskiftini, setti FT Net eitt sterkt radiosamband upp, sum gav nøktandi ferð.

 

Nú kaðalin er umvældur, eru sostatt tvey góð breiðbandssambond til Suðuroyar.

 

Kaðalin millum Hvalba og Miðvág fór í oktober í fjør. Hann skal leggjast av nýggjum tí hann hevur ligið í rættiliga hørðum streymasjógvi og tí er hann helst meltaður og slitin.

Hann verður lagdur av nýggjum í vár.

 

Føroya Tele sigur, at útgerð er sett umborð á Brimil og tí ber til hjá okkum sjálvum at leggja sjókaðlarnar ímillum oyggjarnar. Soleiðis slepst undan at hava dýr útlendsk kaðalskip sum part av tilbúgvingini.