Tað verður um ein hálvan tíma ella so, at suðuroyingar fáa streymin aftur. Tað upplýsir SEV beint nú.
Tað var um náttúrðatíð, at tey mistu streymin í Nesi í Hvalba, í Sandvík og í einum parti av Tvøroyri.
Eldur varð komin í ein elsteyra á Fitjunum í Nesi, og tá væntaði Sev at tað tók tveir tímar at umvæla brekið.
Bæði sløkkilið og løgregla fóru á staðið og tað tók longri tíð enn ætlað, at umvæla brekið, Men nú siga tey á Sev, at tað verður um ein hálvan tíma, at streymurin kemur aftur.