Streymurin er burtur um alla Suðuroynna. Roynt verður at finna útav, hvat bagir
Jákup Mørk
Fyri einum lítil korteri síðani fór streymurin um alla Suðuroynna.
Jón Nielsen, virkandi rakstrarleiðari hjá SEV, sigur í stuttari viðmerking, at tey í løtuni eru í ferð við at kanna, hvat er hent. Meira enn tað sama fær hann ikki sagt í løtuni.