Suðuroyartunnilin: Seta partafelag á stovn um eitt ár

Fyrr enn næsta ár er einki at taka støðu til, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum

Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, eru tað nógv, sum hava lagt merki til, at ikki eitt oyra er sett av til Suðuroyartunnilin. Tað hava løgtingslimir, serliga úr Suðuroynni víst á, og teir siga, at samgongan má virka fyri, at peningur verður settur av til endamálið.

 

Tinglimir siga, at tað ræður um at arbeiða skjótt, tí longu á jólum er Sandoyartunnilin skotin ígjøgnum, og um eitt ár er koyrandi. Politikarar hava sett sær sum mál, at tað skal vera koyrandi til Suðuroyar í 2030, men so er at bretta upp um armar, tí tað tekur sjey ár at gera tunnilin. So skal tíðarætlanin halda, skal setast á at bora í 2023, sigur ein arbeiðsbólkur, sum hevur skrivað eina frágreiðing um Suðuroyartunnilin.

 

Men Jørgen Niclasen sigur í uppskotinum til fíggjarlógina, at ætlanin er at halda fram við at gera forkanningar til tunnilin og at fyrireika arbeiðið. Hann sigur, at í ár eru játtaðar fimm milliónir settar av til at fyrireika Suðuroyartunnilin, men 1,6 millión leyp av frá í fyrrárið. Sostatt eru 6,6 milliónir til taks í ár. Hinvegin verða bara 4,6 milliónir brúktar í ár og tað merkir, at tað eru tvær milliónir til taks at brúka næsta ár.

 

Jørgen Niclasen sigur, at Landsverk væntar, at tey verða liðug við allar forkanningarnar næsta ár og hann sigur, tað verður ikki fyrr enn tá, at nakað er hjá politiska myndugleikunum at taka støðu til. Tí sigur, hann, at tað verður næsta ár, at politiska viðgerðin kann byrja um linjuføring, fígging, og øll onnur viðurskifti.

 

Hann sigur, at tað er alt, sum talar fyri, at tað verður eitt alment partafelag, sum verður stovnað at gera tunnilin, akkurát sum við hinum undirsjóvartunlunum. Og gongst sum ætlað, og tað eydnast at fáa eina politiska semju um tunnilin, skuldi tíðin verið búgvin at stovna partafelagið seint næsta ár, og tá kann farast undir arbeiðið við projektering, og øðrum.