Suðuroyartunnil – politiskur ørskapur

Má siga at meira ábyrgdarleysan politikara enn Sirið Stenberg og javnbjóðis tunnils-knokkar skal leitast leingi eftir. Taka vit heimsins longsta undirsjóðartunnil sum dømi, er tað Ryfylketunnilin í Noreg, ið "bert" er 14,4 km til longdar, og er bygdur sum tveir tunnlar vegna trygdarkrøv, so bleiv kostnaðurin 8,1 milliardir krónur. Umroknað til ein 25 km Suðuroyartunnil, ið stendur í tveimum tunnlum...vegna trygdarkrøv...verður kostnaðurin góðar 14 milliardir krónur.

Nýggi ætlaði Rogfast tunnilin í Noreg, ið ikki enn er samtyktur at byggja, skal verða 26km til longdar og eisini sum tveir tunnlar. Prísurin varð mettur til góðar 17 milliardir krónur, men hevur Statens Vegvesen nú dagførdur kostnaðin til 25 milliardir krónur.

Dagførdi metti kostnaðurin hjá Landsverk fyri ein tunnil var góðar 5,4 milliardir, og við neyðugu trygd og tveimum tunnlum røkkast góðar 10,8 milliardir. Meira sannlíkt, sum almennar verkætlanarkostnaðir vísa seg, kann roknast við at tað just verða tær góðar 20 milliardir Danskar krónur ein dupultur Suðruoyartunnil kemur at kosta.

Flutningstørvurin í Noreg til Rogfast tunnilin er fleiri milliónir fólk hvørt ár. Verður samanborið við fólkatal í Suðuroy og ferðafólkatal til og frá Suðuroy, dettur ketan heilt av.

Sirið Stenberg, Bjarni Hammer, Hendrik Old og javnbjóðis borgarstjórar...mestan í høvuðsstaðnum og Vági, eru fullkomuliga uttan samband við verunleika og hvat eitt land við 54.000 íbúgvum megnar at fíggja og gjalda. 

Fyri 20 milliardir krónur kunnu 30 nýggj framkomin skip fáast til vega. Eitt skip megnar væl 30 - 40 ár í sjónum, og 30 skip vilja tí nøkta tørvin fram til ár 2920. 

Ein fiskivinnutjóð burturav, ið ikki megnar at sigla tveir tímar umborð á luksusferju, hevur heilt einfalt onga framtíð. Meðan heimurin er við at kodna í veðurlagsgassum og lívfrøðiliga margfeldni er í fríðum falli, javnt sum fossila orkan er ein hóttan hesum viðvíkjandi, og ovurstórur tørvur er og verður á fígging til umlegging til aðar orkukeldur og orkuberar, kann ein niðurstøða verða, at Sirið Stenberg og nevndu politikkarar eru dumpaðir so dyggiliga, og avgjørt ikki eiga at verða valdir aftur á ting.