Suðuroyarkabarettin á ferð

Nú verður høvi hjá teimum, ið ikki sóu Suðuroyarkabarettina í SALT, at síggja kabarettina.

 

Hon verður nú sýnd norðanfjørðs, eins og gjørt hevur verið onkutíð áður.

 

Suðuroyar Sjónleikarafelag boðar frá, at Suðuroyarkabarettin verður sýnd í Løkshøll.

 

Felagið skrivar soleiðis á sínum vanga á facebook:

 

Nú koma okur í Suðuroyar Sjónleikarafelag enn einaferð norðurum við Suðuroyarkabarettini, sum Jákup Veyhe leikstjórnar 

Hesaferð fara okur í Løkshøll, og verður tað bara her, at kabarettin verður sýdt norðanfyri.

Hetta er triðju ferð okur koma norðurum við einari Suðuroyarkabarett, og tað er okkum fortalt, at hon eisini er væl egnað til norðoyingar

Sýningin verður leygarkvøldið 30. novembur klokkan 21.