Suðuroyar Sparikassi lækkar nú eisini rentuna. Í hesum sambandi boðar Sparikassin frá, at nú lækkar lægsta bústaðarrentan 0,24 prosentstig niður í 3,95 prosent,
Fyrsti veðrættur svarar til bústaðarlán undir 80prosent av virðinum á ognini ella keypsvirðinum.
Annar veðrættur svarar til bústaðarlán yvir 80 prosent av virðinum á ognini ella keypsvirðinum.
Rentan fyri bústaðarlán verður sostatt 3,95 prosent fyri viðskiftafólk sum lána undir 80% av virðinum á ognini. Nakrar innlánsrentur eru eisini fevndar av rentulækkingini, upp til 0,25 prosent og hetta fær alt gildi frá 1. september.
|










