Suðuroyar Sparikassi hækkar renturnar

Suðuroyar Sparikassi boðar í dag frá, at tey hækka rentur á út- og innlánum

 

Eftir at evropeiski miðbankin (ECB) og danski tjóðbankin 28. juli 2023 hækkaðu leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum, hækkar Suðuroyar Sparikassi eisini út- og innlánsrenturnar.

Út – og innlánsrenturnar hækka við upp til 0,25 prosentstigum p.a fyri bæði privat- og vinnukundar.

Rentubroytingarnar koma í gildi 18. september 2023.

Rentuyvirlitið á heimasíðuni verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi, skrivar Suðuroyar Sparikassi.