Suðuroyar Sparikassi á váðalista

Suðuroyar Sparikassi er á váðalista, sum donsk greiningarfyritøka hevur gjørt

 

Danska greiningarfyritøkan Niro Invest hevur gjørt eina sonevnda Niro-frágreiðing, sum gevur eina váðameting av 70 peningastovnum í danska kongaríkinum. Sambært frágreiðingini eru átta av peningastovnunum í øktum vanda fyri at fara av knóranum. Millum hesar átta er føroyski Suðuroyar Sparikassi.

 

Greiningin gevur eitt váðaindeks, har átta peningastovnar hava eitt indeks oman fyri 500, og har 700 er avgjørt tað hægsta og ringasta indeksið at hava. Suðuroyar Sparikassi hevur eitt indeks 502,5, og er sostatt altso akkurát í vandabólkinum.

 

Hinir tríggir føroysku peningastovnarnir eru allir niðan fyri markið fyri øktum vanda á váðalistanum. Serliga Eik Banki hevur eitt gott indeks, sum eitur 300, og tað eru bara sjey aðrir peningastovnar í ríkinum, sum verða mettir at hava minni váða enn Eik Banki. Norðoya Sparikassi hevur indeks 435 og er nummar 50 á listanum, meðan Bank Nordik hevur indeks 450 og er nummar 54 á listanum.

 

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Søren Bruhn, stjóra í Suðuroyar Sparikassa, men tað hevur ikki eydnast. Vit hava eina viðmerking her á in.fo seinni í dag.